Vakra Madonna - vegurin til nýtt lív og njóting. Tað allarheilagasta staðið hjá kvinnuni.

Vagina har nýtt lív kemur til verðina.
Staðið, har ein so sterkur máttur sum seksualiturin hevur búgv, og hugur, sum er til staðar allatíð. Tó verur hann ofta køvdur orsakað av elligamlari skuldar- og skommkenslu og lærusetningum.


Fyri nøkrum árum síðani... fyri at vera heilt nágreinilig var tað í 2004/05. Eg var í farloyvi, hevði verið gjøgnum eina føðing, og var eg eitt stað, har eg vildi uppafturbyggja kroppin. Í hesari tíð hevði eg lisið í einum donskum kvinnublað um vaginal akupressur. Hevði ikki hoyrt um tað fyrr og ljóðaði tað somikið áhugavert, at eg setti meg í samband við hetta stað. Nakrar vikur seinni hevði eg keypt ferðaseðil og saman við mínum nýfødda gekk leiðin til Danmarkar. Tað var vetur og fleiri kuldastig, tá eg ávegis við lítla í berisela til Islands Brygge, bankaði fyrstu ferð á dyrnar hjá Yasmin Fox Andersen Eisen, sum hevur stovnað og er virkandi leiðari á Sexologiskolen.dk

Aftaná nakrar dagar at ferðast millum hotel og vaginal terapi var tað, sum um at vagina var vaknað upp av nýggjum, og eg setti mær fyri at venda aftur til alla hesa dýrabaru vitan, tá tíðin var klár.
Nú skjótt 15 ár eru liðin, havi eg valt hesa útbúgving til sum sexolog, og í dag arbeiði eg millum annað sum vaginal terapeut.
 
Hvat er so vaginalterapi?
Líka sum vit kunnu vera spent í nakkanum ella herðunum, eru eisini spentir vøddar í vagina. Vaginal akupressur er ikki sum ein læknalig undirlívskanning við ymiskum stáltólum -  eiheldur massaga.
Vaginal terapi kann samanberast við zoneterapi -  trýst, sum vera gjørd á ymiskar zonir, og sum hava samband við ávís støð á kroppinum. Hesi trýst vera gjørd inni í og rundan um vagina.

Vaginal terapi er ein samanseting millum vaginal trýst og samtaluterapi, har kostur, rytma, venjing og tín egna sjálvsmynd eru ein partur av tilgongdini. Tað, sum ger vaginal terapi framúr, er samansetingin millum vaginal trýst, terapi, kost og venjing. Vaginal terapi hevur fokus á tað fysiska og psykiska, sum ger, at terapiin gongur upp í eina hægri eind.

Vaginal trýst
Tey vaginalu trýst, sum vera gjørd rundan um og í vagina, vara í umleið 3-5 minuttir. Vaginalu trýstini vera framd í handskum og við gel, í tryggum umhvørvi og altíð í tempo hjá  kvinnuni. Vaginal trýst vera gjørd, tá kvinnan er klár til tað. Samtaluterapi er bæði áðrenn og eftir vaginal trýst. Terapiin fer altíð hóvliga fram og eftir tørvi hjá kvinnuni. Viðhvørt vera vaginal trýst ikki gjørd, fyrr enn nakrar samtalur hava verið.

Hvat kann vaginal terapi hjálpa ímóti?
  • Betri samaband við vaginu.
  • Ríkari sexlív.
  • Manglandi orgasma, sum oftast er orsakað av manglandi sambandi og følsemi við vaginu.
  • Pínu, krampar og spenningar í undirlívinum, sum kunnu merkjast í samband við samlegu og onani.
  • Minkandi hug og knapplig pína undir og eftir samlegu, har ein føðing kann vera orsøkin.
  • Riva ella løstir eftir føðing.
  • Pínufull menstruatión.
  • Vulvodyno, sum er kronisk svíðan og brennandi pína uttan at ein kann síggja, varnast ella staðfesta nakað óvanligt í umráðnum.
  • Vaginisma: Er pínufull samlega, ein viðvarandi ella afturvendandi pína, tá nortið verður við vagina,   ella tað verur brotið seg inn í vagina.
  • Eftir skurðviðgerð millum annað eftir krabbaviðgerð.

Vagina hevur varrar og egið mál
Hon dugir at siga ja, og  hon dugir at siga nei.
Síggja vit lívið út frá okkara egnu vaginu og spyrja hana, hvat lív hon hevur og hevur havt,   hvørjari lívssøgu hevði hon so komið við ?
Eru vit góðar til at lurta og merkja, hvat tað er hon sigur?


Frígering
At tora at vera forvitin er ein vegur til at læra seg sjálva betur at kenna, finna partar av sær sjálvari  aftan fyri allar gamlar og nýggjar søgur, sum eru fyltar við fornari skuld og skommkenslu.
Hvat ger tað við náttúruna hjá kvinnuni, tá hennara dýrabarasta, vakra og mystiska stað verur fjalt?
Hvat er tað, sum liggur aftan fyri slørið?
Kroppurin er okkara besta njótilsisljóðføri, um vit læra okkum at spæla uppá tað.
Í nógvum ymiskum mentanum er sjálvserotikkur sæddur sum nakað heilt natúrligt, ein máti at kenna og varða um sín kropp og ein vegur til at koma í samband við og finna útav, hvat fjalir seg í innasta njótilsisrúminum.
Frá tí gomlu egyptisku skapanarsøgu bleiv jørðin til, við at sólin elskaði við sær sjálvari. Ein  vøkur læran og nakað annað enn undirlutakenslufløkjan sum skomm og skuldarkenslan, sum vit her í vesturheiminum eru fostrað upp við.

Tíðarinnar mentan
Í míni lestrartíð skuldu vit velja eitt evni at skriva um og skriva eina grein. Vit skuldu út á gøtuna at gera samrøður við fólk. Mítt evni var uppfatan av vaginu. Eg hevði samrøður við bæði kvinnur og menn – ung sum eldri, og var tað sera áhugavert. Ein av samrøðunum, sum eg gjørdi, var við tríggjar kvinnur úr Noregi.
Tær hugleiddu um, hvussu tær sjálvar og teirra familja høvdu borið seg at viðvíkjandi seksualitetinum. Tann elsta av kvinnunum var í 60unum. Hon hevði ongantíð sæð síni foreldur í undirklæðum, og har bleiv ikki tosað um nakað, sum hevði við undirlívið at gera.Tá hon fekk sína fyrstu menstruatión, trúði hon, at hon skuldi doyggja. Tá hon so sjálv fekk børn, valdi hon at vera meira opin fyri sínum børnum. Hesar tríggjar kvinnur, sum eg hevði møtt úti á gøtuni, høvdu fingið reyðar kjálkar og høvdu nógv upp á hjartað. Tann yngsta av teimum var umleið 45 ár. Hon segði frá um sín tíggju ára gamla son, sum kendi til fyribrigdir innan porno, ið hon illa nokk kendi til.
Børn í dag hava fría atgongd til porno á netinum, meðan seksualundirvísing á nógvum skúlum er tabu ella í eini gráðari zonu.
For nógv ella for lítið. Hesar tríggjar kvinnur vóru samdar um, at tær saknaðu javnvágina, og at seksualiteturin gjarna mátti varðveita tað spennandi og mystiska, uttan at tað skal vera pínligt.

Innlit og opinleiki loysa upp fyri tabusering.
Og verðin hevur aldri verið so opin sum nú.
Alt stendur beint framman fyri okkum
So er tað, hvat vit velja ;-)


Vivian Sjóðklett

Tey sum vilja vita meira ella fáa eina tíð, kunnu ringja á 556060 ella senda ein teldupost til: vivian@kunstterapi.fo
Lotus bred

Vegurin til nýtt lív og njóting.

Tað allarheilagasta staðið hjá kvinnuni.