Ævintýrløta og avslapning

Vit royna nakað nýtt :-) Øll 100 børnini samlaði í Lundini saman við teimum vaksnu. Vit skulu nemliga lurta og vera við í ævintýrforteljing saman við Vivian.

Senan er pynta. Tað sær hugnaligt og spennandi út. Vivian er í einum longum grønum kjóla. Hvat man fara at henda?

So byrjar ævintýri og vit sita pinna still og lurta. Píka so mitt í øllum sleppa vit at vera við. Vit kunnu vera Hans ella Greta. Vit kunnu eisini vera heksin ella pápin ella enntá hin ónda sjúkmamman. Tá vit koma upp á senuna og sýggja út yvir allan flokkin var tað onkuntíð sindur flovisligt, men vit føldu okkum trygg, tí Vivian spurdi allatíð um vit ynsktu at vera við og hon spurdi eisini um vit ynsktu at klæða okkum út, vit kunndu avgerða tað sjálvi :-) Onkuntíð skuldu vit siga okkurt, tað var stuttligt.

Aftaná ævintýrløtuna høvdu vit avslapning, tað var ordiliga deiligt at hoyra tónleikin og bara liggja stillur har. Vit kundu velja sjálv um vit ynsktu at vera við ella ikki.

Hetta er eitt gott átak sum stuðlar upp undir sjálvsálitið hjá barninum. Øll kunnu vera við, eisini tey smæðnu, tí tað nýtist ikki at siga nakað og børnini vera allatíðina vegleidd av Vivian. Hetta gevur íblátur til barnsins hugflog og spæl.


Ævintýrforteljing

Í vetrarhálvuni 2015-2016 hevur Vivian Sjóklett verið í Mylnuhúsinum, við 6 ævintýraforteljingum og 4 hvíliløtum.

Hvíluløturnar vóru mennandi fyri at børnini, á tann hátt at tey lærdu at finna ein ró og soleiðis koma inn í seg sjálvan. Eisini vóru forteljingarnar í hvíluløtunum við til at menna sjálvskensluna hjá børnunum.  

Tá Vivian fortelur ævintýr, sleppa børnin at verða viðspælarar og er tað sera mennandi fyri børnini. Tey læra ævintýrðini at kenna á ein ørðvísi hátt,
við at trakka fram. Við at verða ein leippartur  koma børnini  tættari teimun djúpri meiningunum í ævintýrunum.

Vivian skapar eitt gátuført umhvørvið, ið fangar børnini og vakir teirra forvitni.
Soga

Soga

Soga