kvinnanKunstterapi bólkarrói

Havi lært nógv um meg sjálva, við at flyta grensur. Trúgvi meir uppá meg sjálva, havi funni eina innara styrki - eg kann meir enn eg helt.
Havi fingið góð amboð at brúka víðari. Havi lært at brúka dreymar positivt. Skeiði hevur verið praktfult.
Takk:-)
Kvinna 39 ár


Eg havi hjálpt mínum innara barnið við at fáa luft, síggja og merkja gleðina aftur við lívinum. Eg havi fingið tól til at hjálpa mær við at finna frið og at dreymar ikki bara eru dreymar. Vit/eg kann brúka mínar dreymar til at lekja meg við og ikki vera bangin men móttakilið.
Føli meg heilan aftur.
Kvinna 27 ár 


Kom inn við blandaðum kenslum, ósikkur og tó forvitin. Hvat fara vit at gera?
Komin út aftur. Betri sjálvsálit, lættari og framtíðin sær bjartari út. Styrkin er komin inn. Kenslu av at alt verður betri , sjálvt veðri er betri:-)
Havi lært nógv um ynnara styrki, um dreymatýðing og at fáa á pappír, tað sum man liggur inni við.
Kvinna 54 ár


Tori betur at siga frá. Mót uppá at náða mál.
Rólig. Mót uppá at vera meira kreativ. Lært nakrar fittar kvinnur at kenna.
Kvinna 32 ár


Eg havi funni gleði, eg flenni nógv meira og eri meira positiv. Eg eri komin langan veg við at acceptera mína fortíð og innsæð at "tey vaksnu" vóru bara menniskjir við feilum og góðum. Við mínari innara gleði er heimið hjá mær/okkum sum familja eisini blivi nógv ljósari, flennandi og lættari. Eg havi funni eina innara styrkji við at standa upp fyri meg sjálva uppá ein jaligan máta.
Eg havi funni móti aftur, altso "eg kann gott" Tað er loyvi at siga nei, eg vil ikki.
Eg havi bara positivt at bera hesum skeiði.
Kvinna 39 ár
       
Gleði, styrki, tryggleika, frammlig, tora, nýggjar kenningar.
Vera -  gera tað eg vil. Vilja, skapa, vera meira opin, kreativ. Slappa av, minni ótta, hugsa, seta orð á, rólig -
koma víðari.
Kvinna 27 ár
 

  

kroppur
Tá vit eru í tí skapandi rúminum,
finna vit okkara resursir

træstamman