

- Finn tína styrki ogSlagkraft Eg var glað fyri skeiðið. Ígjøgnum øvilsini í Kunstterapi fekk eg kontakt við djúpri løg í mær sjálvari og av tí sama betur fatan av hvør eg sjálv eri og hvat eg vil. Øvilsini við hestinum vóru eisini góð og gevandi. Bara tað at vera so tætt uppá hettar vakra djórið var stórt í sær sjálvum, eg bleiv mint á mína innaru styrki og var hettar ein góð kensla, Gunrid greiddi væl frá og dugdi væl at gera okkum tryggar við hestarnar. Vivian er ein ógvuliga dugnaligur skeiðshaldari, hon er nærverandi, stuttlig og fær teg at kenna teg trygga ígjøgnum alt forløbið. Eg havi fyrr verið á skeið í kunstterapi í tvær vikur, og allar á holdinum vóru tá samdar um at skeiðið gjarna mátti verið longri tí tað var so gott og gevandi, eg kann bara siga tað sama um hettar skeiðið :) Kvinna 39 ár Eitt sera áhugavert skeið. Tær báðar – Vivian og Gunrid – dugdu væl at undirvísa og gera skeiðið áhugavert og læruríkt.
Eg havi altíð haft ótta fyri rossum, her dugdi Gunrid sera væl at greiða frá, hví og hvussu rossini reagera, sum tey gera, og lata okkum sjálvar prøva við rossinum. Tað hevur gjørt, at mín ótti er burtur.
Vivian var sera góð at seta okkum í gongd við ymiskum t.d. forma leir, mála o.s.v. ið gjørdi, at man kom í kontakt við seg sjálvan, upp á ein góðan og stuttligan máta. Hesi amboð, ið man fekk frá Vivian, kunnu brúkast sum hjálp til sjálvhjálp.
Eg kann mæla onnur til at melda seg á skeiðið hjá teimun
báðum.
Kvinna 57ár Eg vil takka fyri ein góðan dag
Eg vil siga at hann var lærðiríkur fyri meg Tað var ein góð kensla at kunna úttrykkla seg við kunst terapi, og síggja hvat spurgdist burtur úr. Og ikki um at tala, hvat hasin stóri hestur kundi gera við mínar kenslur, tað kann bara upplivast Eg vil takka fyri henda møguleika sum eg fekk Kvinna 56 Ár Eitt stak gott skeið. Tal av luttakarum var akkurát fyri
( bert kvinnur ) og har skeiðið var. Ein stak góð samanseting av Kunstterapi og arbeiði við hestinum, tummulin upp
![]() Kvinna 49 ár
|
|