-

15 kvinnur á skeið í kunstterapi



At vera arb. leysur ella arb.tøkur kann ávirka sjálvsáliti og tað kann virka torført at finna útav hvat ein nú skal finna uppá. Tað má ein ávís upprudding til fyri at finna sínar egnu resursir aftur. Í tríggjar vikur hava 15 arbeiðistøkar kvinnur verið í tí skapandi rúminum saman og her eru nøkur úttalilsir:




mála kvinna við eld











gladys











eygir
Úttalilsir frá skeiðs luttakarinum


 Eg havi møtt nøkrum fantastiskum kvinnum. Eg havi fingið amboð, so eg kann arbeiða víðari við mær sjálvari. Eg havi rudda kensluligar forðingar av vegnum.
Kvinna  49 ár

Ótrúliga gevandi  skeið, eg havi fingið nógv frá skeiðinum - frá at vera hálv innadvent til at góðtaka meg sjálva sum eg eri. Eg havi reinsa sinni, funni róð, styrki til at siga frá, og til eins egna fyrimun, líka miki hvørjum, bara siga frá.
Kvinna 48 ár

Havi verið gjøgnum eina góða proces - ja, kann siga lívsproces.Frá barni til í dag og frameftir. Havi sett orð á nógvar kenslur og tankar sum fylla í tí dagliga í lívinum og arbeitt tað út við øllum sansum bæði fysiskt og sálarliga. Takk fyri eitt sera gevandi skeið.
Kvinna 56 ár 

Gott at møta og læra nógv deilig menniskur at kenna og ymisk sum vit eru. Spennandi at møta um morgunin og finna útav hvat dagurin hevur at bjóða. Føli at tað hevur verið gott at fortelja sínar dreymar og tankar.
Kvinna 58 ár

Kensluborið, sosialt gott hold, góðan mat, Ílagi at slappa av! Tú kanst um tú vilt. Læra at seta mørk.
Kvinna 48 ár 


Hetta kunstterapi skeiði, hevur givið so nógv amboð, sum ein sjálvur kann taka við heim, tað er balsam at kunna arbeiða við sær sjálvum heima.Ídag kann eg hyggja at mínum avriggi og avgerðum í lívinum - skilja og ikki minst góðtaka, tað alt sum tað er. Eg skilji meg sjálva nú og tori at siga frá. Eg stíri verðuni og ikki verðin mær.
Kvinna 27 ár

Eg eri komin at kenna mítt innara á ein nýggjan máta. Eg haldi kunst-terapi fyri meg, hevur verið sera kensluborið, uppbyggjandi og gleðiligt. Eg eri komin at kenna fólk á ein sera positivan máta.Eg vidi fegin lært meir.
Kvinna 50 ár

Gott skeið fingið út alt tað positiva og negativa. Skeiði hevur gjørt alt gott fyri meg. Helt meg verða komin á rætta leið við øllum. Nú er so alt komið uppá pláss. Super skeið.
Kvinna 49 ár

Eg føli at skeiði var gevandi fyri meg, kensluborið - loyst upp fyri nógvum góðum, verið saman við góðum fólki og hoyrt um teirra kenslur. Eg dugi betur at siga frá og opna meg - ein góð kensla, følt meg sum eitt barn liggja á gólvinum friðleysan og tekna. Gott skeið.  Kvinna 63 ár

Hettar er nakað nýtt fyri meg, havi ikki verið á tílíkum skeiði fyrr. Tey skeiðini eg havi verið á, hava verið meira faklig í mun til hetta sum er menniskjasligt. Opinleikin hevur veið tilstaðar og ein hevur følt seg tryggan við at tosa um ymiskt, sum hevur verið nokk so privat. Kenslan av kunna gera tað ein hevur hug til ella at uppgávurnar ikki hava verið so bundnar er ordiliga gott. Tað er nakað eg ikki er von við.
Kvinna  46 ár


Við amboðum og vegleiðing frá tær eri eg farin á flog. Eg eri farin um nøkur markant  mørk, sum eg ikki trúði kundu broytast, bæði við at mála, hugsað og skapað. Haldi eisini  tað at tora at seta orð á nøkur ting sum eg vanliga bara hugsi um, eisini klippa orðini út  og líma tey á pappírið. Fantastiskt. Ein spennandi ferð, við spennandi fólkum so ymisk og tó.
Kvinna 51 ár

Havi lært  at vera kreativ uppá ymiskar mátar - ætli mær heilt víst aftur at gera meira við tað. Eg havi míni ynski og mín vilja og havi fingið vátta at eg skal halda fast  í mínum ynskjum og tí eg vil. Eg má bróta egnu grensir og ganga egnan veg.
Kvinna 41 ár

 Eitt ómetaligt gott skeið ið hevur givið mær betri innlit og forstáilsi av mær sjálvari. Harafturat havi eg fingið nøkur góð reiðskap at arbeiða við. Á leiðini havi eg møtt nøkrum fantastiskum menniskjum, ið eg aldrin hevði lært at at kenna á ein so góðan og gevandi hátt um eg hevði møtt teimum arðastaðnis.Ein super góður skeiðshaldari , ið hevur megna at vegleitt og guida okkum trygt og væl ígjøgnum skeiðið. 
Kvinna 57 ár

Eg eri farin um nøkur mørk hjá mær sjálvum, hvat viðvíkjir at skapa handaliga - tvs. mála, tekna, klippa, líma, seta saman, at hugsa litir, skap og mynd. Eini evni í mær sjálvum, sum eg kanska havi gloymt ella lagt til síðis. Ein góð kensla at finna hetta fram aftur. Burturúr hesum er komin ein ferð inn í meg sjálvan, aftur í tíðina og nú í dag. Kvinna 53 ár