Genta 6 ár, frá dreymabólkinum

”Aftaná at eg hevði teknað mín dreym í bólkinum,
var dreymurin vekk...eg hugsaði ikki líka nógv um hann.”
 
Drongur 10 ár

Tá eg kom til kunstterapi, føldi eg meg illan, hóttan, særdan, keddan og alt møguligt. Tað góða var, at eg slapp at siga tað eg vildi, uttan at blíva mintur á mín leiklut og hvat mín partur var av onkrari støðu.

Eg upplivdi kaos inni í mær. Vit teknaðu tað saman og nú síggi eg kaos í form av eldi. Eg vildi brenna tekningina og tað gjørdu vit. Tað kendist, sum at ein byrða var burtur. Vit spældu eisini mína vreiði út á trummum. Tað var deiligt at sláa upp á nakað og samstundis seta orð á vreiðina.
 
  Kvinna 33 ár

Áðrenn eg fór í kunstterapi hjá Vivian, føldi eg, at eg alla tíðina var í eini bíðistøðu í lívinum. At ganga í kunstterapi hjá Vivian, hevur opnað eitt nýtt skapandi univers fyri meg. Tað hevur hjálpt mær til at verða meira til staðar í nú-inum. Eg havi á ein skapandi hátt fingið ment mítt innara sárbari. Somuleiðis eri eg blivin avklárað við, hvat er allarmest umráðandi fyri meg. Eg megni tí í dag at njóta menningarprocessina hvønn dag, ístaðin fyri at bíða, til hon er liðug.

Takk fyri
Starvfólkadagur

Vit, tveir stovnar, vóru til ein felags starvsfólkadag. Innkomin var beinavegin ein serlig atmosfera. Mitt á gólvinum var eitt teppi við alskyns djórum, og vit vórðu sett rundan um hetta.

Dagurin var væl skipaður, og vóru vit á ein sera góðan og positivan hátt leidd gjøgnum ymiskar uppgávur, har vit komu inn á, hvørji vit eru. Hvussu síggja vit okkum sjálvi og í felag. Fokus var lagt á hvønn einstakan, har vit á ein positivan hátt komu til orðanna og gjørdust tilvitað um okkara positivu og sterku síður.

Vivian dugir væl at fáa øll at kenna seg væl, soleiðis at øll tordu at opna og royna seg. Hetta var ein góð felagsuppliving, ið samansjóðar starvsfólkið og fær øll at tora betur at vísa, hvørji tey eru og at brúka sínar kreativu síður. Vit vóru øll glað og upplyft eftir hendan dagin. Ein sera gevandi og kreativur dagur, ið eisini kemur børnunum til gagns.

Elsa Nielsen, Dagstovnaleiðari
  Mamma til dóttir, sum skar seg

Eg vil við hesum fortelja um mína uppliving, tá eg fann útav, at dóttir mín skar seg. Eg eri mamma at 6 børnum, sum eg elski yvir ALT á jørð. Eg havi altíð tosað opið við tey. Eg havi altíð sagt við tey, at um tey ynskja at tosa um nakað, so eri eg har fyri tey. Men so fann eg útav, at elsta dóttir mín skar seg. Hon hevði gjørt tað í eina tíð og var so givin, men var byrjað aftur.

Mín verð fall í knús. Eg føldi meg so lítla og hjálparsleysa – hetta simpulten sparkaði beinini undan mær. Eg græt meg í svøvn, og eg visti ikki, hvat eg skuldi gera. Men av einari ella aðrari orsøk bleiv hetta umtalað ein dagin, tá heilsusysturin var á vitjan hjá mína yngsta barnið. Hon sá, at eg var móð og virkaði at vera á veg í eina depressión. Hon spurdi seg so fyri, og svari var, sum var soljóðandi, at dóttir mín skuldi út á deild 1 at tosa við onnur ung, sum høvdu sama trupulleika. Men trupulleikin var, at har var ca 3-4 ára bíðilisti – og tað er so barasta ikki gott nokk.

Eg kom so í prát við Vivian Sjóðklett, sum umgangandi bjóðaði sær at taka hana inn til kunstterapi. Og kann í dag vera so fegin um at hava eina glaða dóttir, sum ikki sker seg.

Takk fyri Vivian