6 ára gamla dóttir mín hevði seinastu tíðina ikki sovið so væl. Hon vaknaði nærum hvørja nátt og ofta fleiri ferðir, tí hon droymdi um okkurt sum gjørdi hana bangna.

Eg vildi so fegin hjálpa henni, eisini tí at hetta órógvaði svøvnin hjá henni. Hon fekk ikki nóg mikið av djúpum svøvni, og hetta ávirkaði hana, so at hon varð móð og óuppløgd um morgunin.

Tá datt eg um fløgunar hjá Vivian, og eg keypti hana við Klemmilinginum. Tað er ótrúligt at siga frá, men tað virkaði beinanvegin. Eg setti fløguna frá tá ið hon skuldi sova, og hon svav alla náttina uttan at vakna eina einastu ferð, væluppløgd dagin eftir.

Vit leggja hana enn, sum vit altíð hava gjørt. Lesa søgu, biðja faðir vár og syngja. Men ofta enda vit við at tendra fyri Klemmilinginum. Sjálv sigur hon at man sovnar so deiliga væl til Klemmilingin.

  tekn1

tekn2
  Fløgurnar hjá Vivian eru sera avhildnar av mínum børnum sum eru 5 og 8 ár. Tey elska at lurta eftir søgunum, serliga tá tey skulu í song.

Í søgunum sum hvør varar umleið 20 minuttir hevur barnið altíð høvuðsleiklutin. Meðan  søgugongdin fer fram við róligum tónleiki í bakgrundini, fær barnið ofta at vita at tað er klókt, fitt, djarvt og megnar alt møguligt.

Har er m.a. søgan um klemmlingarnar sum bjóða barninum upp í stóra træið har teir búgva og har hendir nógv spennandi. Í aðrari søgu er barnið hetjan sum fer inn í skógina at bjarga fangaðum djórum.

Hvør søga er beróligandi, áhugaverd og uppbyggjandi.

Kann absolutt viðmælast :-)
     tekn3