lýsing                                          
- 5 rútmur frígerandi dansur

Hvønn týsdag kl 17 er møguleiki at dansa 5 rútmur - frígerandi dans á fabrikkini Østrøm.
Engin tilmelding krevst og kostar tað 50 kr fyri hvørja ferð.

Summarsteðgur er og byrjar tað aftur 28 aug. 2014.

5 rútmur er inspirerað frá einari Amerikanskari kvinnu Gabriella Roth, sum gjørdi og setti tónleik saman til tey 5 elementini. Eld, vatn, jørð, luft og rúm.
Allur tónleikur í heiminum er gjørdur í ein av  elementinum.

Eldur: Tá tú dansar í eld elementið, kemur tú í samband við møguleikar.

Luft: Er droymandi og filosoferandi og er tað upplyftandi lættur tónleikur.

Vatn: Flow.Vatn er symbol upp á kenslur, sum koma og fara.

Jørð:markantur tónleikur og rørslur.Symbol markera seg og vilja handla

Rúm: Stillur, innatventur tónleikur, har vit merkja friðin.

Vit sum menniskju eru mest eitt av elementinum og hava vit tó brúk fyri at verða í samband við øll elementini fyri at verða í javnvág.
Aftaná 1 tíma frígerandi dans, ert meira í javnvág enn tú vart áðrenn og hevur fingið samband við nýggja orku, ró, gleði og kreativitet.
Tú kanst eisini nýta dansin sum eitt slag av uppgávuloysn - um tú hevur okkurt sum tú gongur og hugsar um og skal taka avgerð um - tak tað við tær og meðan tú dansar kann svarið poppa upp.


Vi at loyva kroppinum dansa og røra seg frítt soleiðis sum tú hevur hug til í tí løtu tú dansar - frígert tú teg sjálvan likamliga og kensluliga og mentalt til at verða tann tú ert innast inni. Hetta ger dansin til eina meditatión , har tú sleppur meira og meira tínum kontrol og tínum forsvarmekanismun.

Dansimeditatión sum tað jú eisini er hjálpir okkum til at opna okkara hjørtu og veran fyri tí guðdomliga kærleiksstreymi og vit koma djúpri og merkja samband við okkara ljós og kjarnu.


 
hopp

 Við at loyva kroppinum at dansa frítt,
frígert tú teg likamliga, mentalt og, kensluliga





buddi