Tunglyndi í lættari og tyngri slagi... er nakað, sum nógv av okkum kenna til..hvat er tað, sum er so gott við kunstterapi, tá vit hava við tunglyndi at gera?

Tá alt er svart, eingin orka, mismót – alt er líkamikið – líkasælan við alt og øll og allarmest seg sjálvan....tá er tað, orð ikki røkka til .... tí tað er einki at siga – systemið er tipt. Um so ein tunglyntur megnar at fara í kunstterapi og fer at mála...kann kunstteapeuturin hjálpa viðkomandi at síggja sítt egna úti á einari mynd – eygleiða sína innaru verð og finna útav, hvat tað handlar um og hvar tilfeingji ella skatturin liggur.

Okkara kroppur er fyltur við ósvaraðum børnum, men sum liva inni í okkum, og sum vit á ein ella annan hátt útspæla í lívinum. Dømi: Ikki at verða blivin sæddur ella ikki fingu tað virðing og umsorgan, sum vit høvdu brúk fyri, tá vit vóru eftirlatin.

Mítt endaliga speciali handlaði um traumatiseraði skilsmissibørn.
At vera skilsmissibarn í dag er dagligdagsprát...men fyri barni er tað sorg, vreiði, kensla av at vera latin eftir – og fyri nøkur eitt trauma – basan er brotin.

Tá vit tosa um ósvaraði børn er eitt trauma eitt fryst barn. Tá tað handlar um trauma handlar tað nógv um at vekja kroppin aftur til lívs uttan at retraumatisera.

Vit kunnu gott hava fryst børn inni í okkum, uttan at vit vita tað.
For nógv ósvaraði børn, taka orku frá okkum – vit verða móð og eru móttakiligi til allar hugsandi sjúkum ella hava fysiska pínu...ilt í høvdinum, rygginum, knænum...you name it. 

Vivian Sjóðklett