C.G. Jung Kunstterapiin nýtir ymiskar teoriir, og hjá Institut fyri Kunstterapi eru grundarsteinarnir bygdir á analytiska psykologi og objektrelatiónsteori hjá C.G. Jung. Tað, sum eyðkennir terapiina er, at tað skapandi úttrykki verður brúkt. Við at skapa samband til okkara íbúgvandi skapanarevni, vekja vit sovandi síður av okkara persónligheit. Vit gerast meira sjónlig í mun til okkara kenslulív og útbyggja kunnleikan um okkum sjálvi. Fyrimunurin við at nýta tann skapandi háttin í tí persónligu menningar tilgongdini er, at vit fáa nakað heilt persónligt og ítøkiligt at fyrihalda okkum til, eitt úttrykk, ið er skapa út frá okkum sjálvum og inniheldur týdningarmiklar upplýsingar um okkara ótilvitaðu síðu. |
|