Kunstterapi er at opna hurðar

- og hyggja inn í seg sjálvan við hjálp av eins egna skapandi úttrykki sum av myndum, orðum, dreymum, figurum, skurðmyndum, ljóði, djúphugsan ella rørslu. At opna hurðar til at finna seg sjálvan, er ein vegur til størri lívsgóðsku.

Tann kunstterapeutiska mannagongdin byrjar við, at ein partur av tí ótilvitaða slítur seg leysan við, at vit loyva okkum inn í tað skapandi rúmið.

Úttrykkja seg á annan hátt
Fyri tað mesta nýta vit orð til at málbera okkum við. Í kunstterapiini nýta vit teir nógvu møguleikar, vit hava, fyri at úttrykkja okkum á annan hátt.
Gjøgnum ymiskar rørslur koma vit í samband við kenslur, hugflog, dreymar og upplivingar hjá kroppinum, sum vera stuðlað og ment.
Kunstterapi kann skapa ein máta at vera til í verðini uppá. Ein kann ikki einsamallur tosa ella hugsa seg til, hvør man er. Ein má uppliva tað, ið ein ger ella skapar. Og her hjálpir kunstterapi tær, m.a. at arbeiða við eini mynd, sum kann skapa eitt nýtt framtíðarútlit.

Tað kann verða torført at handla konstruktivt, um ein er læstur fastur í vreiði, ótta ella sorg. Kunstterapi verður brúkt til at arbeiða við torførum kenslum í ymiskum kreppum.
Kunstterapi 2

Tað kunstterapeutiska amboðið hjálpir við at loysa upp
og harvið frígeva orku at broyta verandi støðu.