- ein skapandi háttur at úttrykkja seg uppá

Kunstterapi er samanspæl millum kropp, sinni og úttrykk.
At vera skapandi og tulka og greina sítt egna úttrykk.
Kunstterapi er at arbeiða við kroppinum ígjøgnum dreymar, meditatión, djúphugsan, symbolir/myndamál.

Okkara kroppur kann samanlíknast við eina kistu.
Allar okkara upplivingar ígjøgnum alt lívið - ja heilt frá móðirlívinum - eru goymdar í okkara kroppi.

Kunstterapi hjálpir tær at finna títt egna tilfeingi.

Tá ið vit siga ja til okkara kropp og geva honum rúm við at vera skapandi, siga vit eisini ja til okkara kenslur, sjálvsvirði, sjálvsálit, vælveru og til eitt innihaldsríkt lív.

Kunstterapi hevur byrjunarstøði úr kenslulívinum, og eingin kensla er skeiv.
Kunstterapi 1

Tá vit eru í tí skapandi rúminum,
finna vit okkara resursir