Royndir og útbúgvingar

Vivian Sjóðklett

Námsfrøðingur
Fekk mítt prógv í 2003 á Føroya Lærara og pedagogskúla. Havi arbeitt innan dagstovnaøkið og serøkið við ungum fólki. Uttanlanda havi eg arbeitt í einum fólkaskúla og einum bústaði fyri fólki við brekið, bæði innan Rudolf Steiner.

Láturinstuktør
Havi hildið flenniskeið síðan 1999, bæði her á landi og uttanlanda til øll hugsandi tiltøk. Bindiklubbar, brúðleyp, polterabend, jólaveitslur, summarveitslur, arbeiðspláss, skúlar, dagstovnar, viðgerðaheim, ymisk feløg, føðingardagar etc.

Rithøvundur
Ár 2000 kom barnabókin Ýr út.
Eisini havi eg skrivað stuttsøgur til børn og vaksin, sum eru komnar út í ymiskum bóklingum og á fløgu.
Gjørt barnaútvarp í 3 ár.

Útbúgvin kunstterapeutur
á Institut for kunstterapi
sum bleiv stovnað í 1987 í Dk
av cand.psyk, glaskunstnaranum og rithøvundanum
Vibeke Skov.
Sum kunstterapeutur havi eg
  • arbeitt við bólkum og einstaklingum
  • børnum, ungum og vaksnum
  • Eisini havi eg verið við til starvsfólkadagar.
    Starvsfólk hava verið skapandi saman, hetta hevur økt um samanhald og arbeiðsgleðina.
  • arbeitt við dreymabólkum úti á dagstovni.
    Børn, sum m.a. hava torført við at sova vegna ótta