Flenniyoga hevur uppruna í India. Læknin Madan Kataria granskaði í, hvat kundi ávirka heilsuna – serliga strongd. Hann fann fram til, at tað at flenna hevði eina serstakliga ávirkan á bæði kropp og sál.

Visiónin hjá Madan Kataria er friður í verðini ígjøgnum látur við nógvum láturklubbum og altjóða láturdegi.
 
Vísindaligar kanningar vísa, at láturin gagnar kroppi og sál
Royndin innibar, at Madan Kataria uppfann tann simulerandi og stimulerandi láturin, sum kemur við at gera øvilsir, sum opna upp fyri látrinum, sum vit øll eru fødd við, men sum mong síðani goyma burtur.

Síðani í 1960-unum eru gjørdar nógvar vísindaligar royndir, sum siga teoretiskt, at látur er gott fyri kropp og sál, ikki bara at láturin avstressar kroppin, men láturin hjálpir okkum eisini við at skapa samband við onnur menniskju. Royndir vísa, á m.a. á arbeiðisplássum, har tey hava valt nøkur flenniskeið á rað, er arbeiðisgleðin og samanhaldið økt, minni sjúka – glað og kreativ arbeiðsfólk.

Flenniyoga er gjørd av øvilsum sum brúka allan kroppin
Flenni Yoga ella Hasya Yoga, sum Madan Kataria kallar tað, er ein røð av øvilsum, sum kombinerar andadrátt, strekking av vøddum og senum í kroppinum.
Flenni 2

Láturin loysir upp og vit verða meira kreativ
- tað reina vitamin