- at flenna uttan orsøk

Síðani 1999 havi eg hildið flenniskeið bæði í Føroyum og úttanlands. Eg fekk undirvísing til láturinstruktør í Dk av láturinstruktørinum ha, ha, Hanne Godtlieb, sum hevur virkað sum láturpresidentur í Dk.
Tað eru meira enn 5000 flenniklubbar í allari verðini, uml. 70 í Dk og
ein flenniklklubbi í Føroyum, sum er væl á veg.

Hvussu leingi varar eitt Flenniskeið?
Eitt flenniskeið varar vanliga upp til ein tíma – kann gott vera longri ella stytri, sum ein ynskir. Teir fyrstu 20 min. er ein lítil fyrilestur, restin er praksis, har vit gera láturøvilsir saman. Frá at smíla til at flenna. Látur smittar skjótari enn nakað virus, so tað blívur skjótt stuttligt, og vit verða heit og væl fyri aftaná.

At flenna er innara jogging
Látur í 10 min, svarar til 30 min likamligt arbeiði – tað gevur somu kondi sum at renna í 20 min. Í 1962 vístu tær fyrstu royndirnar, at 20 sekund hjartaligur látur gav líka nógv, sum at rógva í eini maskinu í 3 minuttir.

Tá vit hava flent, verða vit avslappaði, meira klár í høvdinum og fáa yvirskot og orku til ein nýggjan innsats.
Flenni 1

When you smile
you open a window to your soul
when you laugh you open the door